Dugur tú at gera eina kula plakat?

Vit hava tørv á eini kulari plakat til diskotekið 20. oktober, og vit duga kanska ikki so væl......dugur tú?

Einasta krav til plakatina er, at hon skal vera kul, og at tað stendur á henni, at hetta er eitt rúsfrítt diskotek fyri øll ung frá 7. flokki og upp. Dagurin er 20. oktober frá 22.00 - 02.00. Kostnaður 50,- kr (limir 0,- kr). Alkoholmetur er á staðnum.

Um tú hevur tørv á fleiri upplýsingum, so spyr endiliga.

Vit vilja fegin hava plakatina klára teldutøka 1. oktober

Vit taka okkum rættin til at velja eina ella fleiri av plakatunum og brúka tær at lýsa tiltakið við.

Brúka vit títt uppskot, so fært tú en av nýggju Húsið-keppunum, og heiðurin av at verða vald/ur:)

Byrjar:
18.09.2023 - KL. 00:00
Endar:
01.10.2023 - KL. 19:30

Komandi tiltøk

11 september
2024
Skutara drive-in bio - UNG
Kom ein túr framvið við skutaranum. Vit brúka hurðina móti Bøgøtu og tú sleppur bara inn á skutara. Um tú ikki eigur ein skutara, so mást tú seta teg á aftanfyri hjá onkrum øðrum:) Vit selja fries og milkshake
13 september
2024
Vit trada fótbóltskort
Í dag hevur tú møguleika at fáa øll liðini uppá pláss, tí vit fara at trada fótbóltskort. Ikki nokk við tað, so fáa vit eisini onkrar fótbóltsspælarar á vitjan - umleið kl. 14.30, so tú eisini kanst fáa ein autograf á kortið hjá tær. Kom ein túr framvið og tak fótbóltskortini hjá tær við